23.04.2010 kl. 11.51
Skriva út

Sjúklingur tikin í land av Norrønu.

Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Fríggjadagur, 23. Apríl 2010


Sjúklingur tikin í land av Norrønu í gjárkvøldið.

MRCC fekk klokkan 2323 boð frá ferðamannaskipinum Norrønu, um at fáa tyrluna til at flyta ein sjúkling í land.
Tyrlan var umbiðin kl. 2325 hóast tað var flúgviforboð (Øki 1), sum bannar allari flúgving.
Tyrlumanningin fór í stundini at biðja um flúgviloyvið frá myndugleikunum.
Tyrlan fekk bráðfeingis loyvið at flúgva og fór úr Vágunum kl. 2400. Tyrlan lendi á Norrønu kl.0030 og tók sjúklingin umborð.
Teir lendu á Landssjúkrahúsinum kl. 0058.
Hættisliga flúgvingin hevur við sær at tyrlan er grounda fyribils at gera neyðugt eftirlit.






MRCC Tórshavn
Tórshavnradio