31.07.2012 kl. 08.36
Skriva út

Sjúkraflutningur av skipi í ein landnyrðing úr Føroyum

MRCC/TR fekk kl 0930 í í gjáramorgunin eina umbøn um sjúkraflutning av einum føroyskt flaggaðum farmaskipi 180 fjóringar í ein landnyrðing úr Føroyum. Sjúklingurin, sum er íslendskur ríkisborgari, hevði andaneyð.
Rescue SR, tyrlan, varð boðsend at fara beinanvegin, men fyrst mátti tyrlan bunkrast full av brennievni í Vágum, áðrenn ferðin gekk umvegis tyrlupallin í Klaksvík, fyri at toppa tangarnar heilt av áðrenn langa flogtúrin móti skipinum.
Tá ið tyrlan kom til skipið kl 1230, var tað tjúkt í mjørka, sýnið var undir 100 metrar. Tað varð leita eftir einum glotta, men eingin var at finna, tískil mátti vendast aftur fyri at bunkra.
Á veg heimaftur gjørdist sýnið einki betri og tyrlan fór aftur í Vágarnar, har hon lendi kl 1429.
Skipið, sum helt kósina móti Føroyum fekk boð um at halda okkum dagførdar viðvíkjandi sýninum á teirra leið leypandi.
Klokkan 1555 boðar skipið frá at sýnið er betri, 4-5 fjóringar og 100-200 metrar loddrætt.
Tyrlan verður aftur boðsend, bunkrar og fer á flog til Klaksvíkar at toppa tangarnar av, sum fyrru ferðina. Fer úr Klaksvík kl 1710, er hjá skipinum kl 1745, avtalar framferðarhátt við skiparan á skipinum. Kl 1800 er sjúklingurin umborð á tyrluni, sum setur kós móti Landssjúkrahúsinum.
Kl 1851 varð sjúklingurin settur av við Landssjúkrahúsið, har sjúkraflutningstænastan tók ímóti honum.