01.02.2015 kl. 20.19
Skriva út

"Skarðsvík" sleipaður á Fuglafjørð

Um miðdagsleitið í dag kom Brimil á Fuglafjørð við alibátinum Skarðsvík.
Alibáturin fór at leka fríggjadagin eftir at hann hevði borið við bryggjuna á Lambavík.
Skálafjarðar sløkkilið vóru skjótir á staðnum við eini pumpu, so báturin kundi haldast lens. Eisini var ein kavari niðri og tetti lekan eitt sindur.
Brimil og Lív vóru stutt eftir á staðnum eisini.
Brimil og alibáturin hava ligið á Lambavík síðani fríggjadagin, manning frá Brimli tettu lekan so mikið at báturin kundi sleipast, síðani var bíða eftir líkindum, so báturin kundi sleipast til Fuglafjarðar.
Í dag kom so Brimil til Fuglafjarðar við bátinum, báturin skal umvælast hjá KJ- hydraulik. KJ hydraulik hevur eisini bygt bátin, og hann var latin Bakkfrost fyrst í árinum.

Myndirnar hava Dávur Joensen og Elias Zachariassen tikið.