26.03.2012 kl. 10.33
Skriva út
Skeið í samskifti - OACC (Oceanic Area Control Centre) alerting MRCC/Tórshavnradio
Endamálið við skeiðnum var at betra um samskifti millum flogleiðarar í Reykjavík og MRCC/Tórshavnradio soleiðis, at tryggjast kann eitt munagott samskifti í sambandi við, at flogfør eru í trupulleikum ella í einari neyðstøðu.
Skeiðið umfataði m.a. gjøgnumgongd av grundreglunum í leiti- og bjargingararbeiði, flogkunning og flogsamskifti, støðutakan til tilbúgvingarstig, ígongdsetan av bjargingarátaki og venjing í at nýta tøkar upplýsingar í einum bjargingarátaki.
Skeiðið var hildið á MRCC/Tórshavnradio í døgunum 19. - 24. mars í ár. Skeiðsluttakararnir komu frá MRCC/Tórshavnradio, Fiskiveiðieftirlitinum, Færøernes Kommando og tyrludeildini hjá Atlantic Airways.
Skeiðshaldari var Egill Thordarson frá íslendsku flogvalla- og loftferðslutænastuni ISAVIA.