08.09.2010 kl. 08.25
Skriva út
Skeið í viðgerð og fyribyrging av kavarasjúku
Í farnu viku, vóru tríggir undirvísarar frá Søværnets dykkerskole í Føroyum, og høvdu skeið í viðgerð og fyribyrging av kavarasjúku (Dykkermedicin) .
Skeiðið ið vardi eina viku, varð hildið í hølunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum á Sandvíkarhjalla í Tórshavn
Skeiðið var ætlað einum toymi av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og fólki frá Fiskiveiðieftirlitinum sum viðgera fólk ið gerast sjúk, ella fáa sjúkueykenni av kaving.
Viðgerðir av kavarasjúku verða partvís gjørdar í trýsttanga.
Einasti viðgerðartangi í landinum, er tann ið Fiskiveiðueftirlitið umsitur.
Umframt hettar, eru eisini tríggir nýggir kavarar til Fiskiveiðieftirlitið útbúnir í Klaksvík.