12.03.2020 kl. 12.51
Skriva út
Skerd avgreiðsla vegna koronavirus.
Fyri at verja viðskiftafólk og starvsfólk móti koronavirus er móttøkan á Vørn og Fiskiveiðieftirlitinum fyribils stongd frá 13. mars og so leingi, støðan verður mett at vera aktuell.
Vit svara enn gerandisdagar frá kl. 9 til 15 á tlf. 311065 ella á teldupost vorn@vorn.fo. Vakttelefonin á Fiskiveiðieftirlitinum svarar alt døgnið.
Sjálvavgreiðslurnar hava opið sum vanligt, t.v.s. fiskiloyvi kunnu søkjast á torvan.fo, og fráboðanir kunnu sendast á heimasíðuni.
MRCC er partur av tilbúgvingini og koyrir sum vanligt.
Vinarliga
Vørn