03.11.2010 kl. 22.03
Skriva út
Skotski trolarin Russa Taign bað um hjálp
Skotski trolarin Russa Taign boðaði frá, at teir høvdu fingið trolposan um skrúvuna.Fiskiveiðieftirlitið sendi Tjaldrið suður á Munkagrunnin, eftir skipinum.
Tjaldrið sleipaði trolarin á Tvøroyri , har trolposin var skorin av.
Tað vísti seg seinri, at skipið lak illa um stevnirørið, og verður tí tikið upp á sleipistøðina í Vági í morgin.
Óvist er, nær skipið fer avstað aftur.