12.09.2012 kl. 09.23
Skriva út

So fóru vit uppum tey 70 túsund tonsini av makrel

Í yvirlitinum niðanfyri sæst, at vit nú hava fiska yvir 70 túsund tons av makreli.
Fiskiskapurin hevur verði slakur, men onkur bátur hevur fingið heldur frægari.
Skipini vóru komin eystur móti markinum, men í dag eru tey í ein landnyrðing úr Fugloynni.
Ein av skiparunum Fiskiveiðieftirlitið tosaði við, helt skemtandi fyri, at makrelurin mátti verða eitt "góðdýr", tí á einum økið innanfyri 10 fjórðingar, vóru eini 100 túsund hestakreftir.
Samstundis tosaðu allir um hvussu stygt tað var.