11.11.2024 kl. 12.00
Skriva út

Søkt verður eftir vaktgangandi starvsfólki til Vørn/ MRCC.

Søkt verður eftir vaktgangandi starvsfólki til Vørn/ MRCC.

Eitt starv, sum vaktgangandi á MRCC-Tórshavn (Maritime Rescue Coordination Centre), er leyst at søkja. 

Starvið umfatar hesar uppgávur :

  Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini. Flestu vaktir eru 12 tímar

  Tilkallivakt

  Móttaka fráboðanir og taka støðu til, og samskipa hjálpar- og bjargingarátøk í føroyskum sjóøki

  Lurtivakt á Tórshavnradio

● Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. Navtex, siglingarávaringar, veðurtænastan og ymiskt í sambandi við tilbúgvingina

Førleikakrøv:

·         Skipsførara útbúgving ella aðra viðkomandi nautiska útbúgving

·         Hava hollan kunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt mál

·         Góðan kunnleika til teldur

·         Góð evnir at samskifta og góð samstarvsevni

Fyrimunir:

Royndir frá sigling í Norður Atlantshavi

Royndir frá altjóða arbeiðsumhvørvi

Leiðsluroyndir

GMDSS prógv

Setanartreytir: 

Starvið er tænastumannalíknandi og er lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu

millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er eftirlitsfólk.

Setanarøkið fevnir um Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, og er tænastustaðurin í løtuni á MRCC-Tórshavn.

MRCC bjóðar:

Eitt avbjóðandi starv, sum virkar undir altjóða reglum hjá IMO/ICAO og føroyskum lógarverki.

Ískoytislæru um: Leiting og bjarging, og hvussu farast skal fram.

Persónligir eginleikar:

Kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga væl at samskifta. Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlondum. 

Meira fæst at vita um starvið:

við at venda sær til Edvard Bjarnason, deildarstjóra, MRCC- Tórshavn tlf. 351302

Umsóknir:

Saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða Vørn, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn í hendi innan  mánadagin 09. desember 2024, kl. 12:00.  Verður umsóknin send sum teldupostur skulu øll viðheft skjøl sendast sum PDF fílar. Teldupostur : journal@vorn.fo