14.05.2016 kl. 23.31
Skriva út

Sólfarið uppsteðga út fyri Kirkjubø

Um hálvguntvey tíðina seinnapartin í dag (14/5), boðaði báturin Sólfarið frá, at teir vóru uppsteðgaðir út fyri Kirkjubø.
Teir róku skjótt móti landi. Brimil varð tá staddur 14 fjórðingar sunnanfyri Kirkjubønes.
Brimil setti ein av arbeiðsbátunum út, og hálvan tíma seinni var hann hjá Sólfarðinum, tá lógu teir tættu undir landi við Kirkjubøhólm, teir høvdu koyrt varpið út, og hetta gjørdi, at teir ikki róku á land.
Arbeiðsbáturin hjá Brimli sleipaði Sólfarið á Havnina.
Myndina hevur Eliesar Jacobsen tikið.