Stálkonstruktión
Í gjár 2.mars, kl 10:47 ringdi trolarin "Hansa Maria" til "Brimil" at boða frá, at teir høvdu fingið fast í ein stálgálga, ella okkurt líknadi.
Teir vóru í holt við at dreggja eftir einum troli á Skeivabanka, tá dreggi bleiv fast. Teir silgdu móti Sandi við dreggi og gálga hangandi
afturav skipinum, og ynsktu hjálp frá Brimli at fáa dreggi leyst.
Tá komi var á Sand fóru kavarar frá Brimli niður og loystu dreggi av gálganum, og settu síðani fast á stálkonstruktíonina sum
fast var í. Henda stálkonstruktión var síðani tikin umborð á Brimil við skipskrananum, og silgd inn á Sund har hon var løgd upp.
Vektin av hesum var mett til at vera áleið 4 tons.
Tað sær út til at vera ein konstruktión av onkrum farmaskipið, sum er loyst og ikki brotna av.
Sjá fleiri myndir í myndasavni