17.05.2013 kl. 15.58
Skriva út

Stór venjing í Nólsoyarfirði

Mánamorgunin 13.mei varð skipað fyri stórari venjing í Nólsoyarfirði. Venjingin var fyriskipað av Smyril-Line, MRCC, Løgregluni, Sjóvinnustýrinum og øðrum pørtum innan fyri tilbúgving.
Tað er krav hjá Norrønu, at ein slík venjing er minst annað hvørt ár. Seinasta venjing var í 2011, og tá hendi tað, at venjingin var ov skjótt liðug. So hesa ferð var lagt heldur meira fyri.
Norrøna fór av Havnini tá ið klokkan var farin av 8 um morgunin. Løtu seinni bleiv ein hóttan ringd inn, um at bumbur lógu umborð, og síðan koyrdi spælið við royki og skaddum fólki.
Brimil var leiðari á staðnum, og tað komu teir væl frá, sjálvt um manningin ikki er stór. Aðrir luttakarar vóru Triton, Tjaldrið, Ziska og tyrlan. Bjargingarbáturin Vón hjá Eiðis Bjargingarfelag og Rescue Lív kundu tíverri ikki vera við.
Tey skaddu vóru flutt til lands við Ziska og tyrluni, og løgreglan helt manntal í hølunum hjá tollvaldinum, og tað riggaði bara væl. Tað er ein sera krevjandi partur, at halda manntal yvir persónar, sum vera fluttir av skipi við ymsum eindum, og tí vildi løgreglan venja hendan partin eisini. Tíverri kundi Sjúkraflutningur ikki vera við í venjingini, so tann parturin var heldur kollutur.
Og á skrivstovuni hjá Smyril-Line var eisini nógv at gera. Tey hava mannagongdir, sum skulu fylgjast, um okkurt álvarsligt er á vási. Eisini var trýst lagt á starvsfólki við telefon samrøðum frá avvarðandi, sum vóru bangin um síni.
Eisini Tórshavnar Havn, Landsverk og Skansi Offshore vóru við í venjingini, tó heldur meira óbeinleiðis. Men tó soleiðis, at eisini teir fingu roynt sínar egnu ISPS mannagongdir. ISPS er ein altjóða kravd skipan fyri at fyribyrgja terror á havnir og skip ella terror álop við skipi. Henda venjingin var eisini ein ISPS venjing fyri Norønnu.
Eftirmetingarfundur var hósdagin seinnapartin umborð á Norønnu. Undir einari slíkari venjing er ótrúliga nógv samskifti, - bæði yvir VHF radio og gjøgnum telefon, og nógv, sum skal samskipast. Og tað slepst heldur ikki undan, at alt ikki gongur heilt eftir vild.
Fundurin vísti, at sum heild vóru allir partar væl nøgdir við venjingina. Skal vísast á nakað dømi av tí, sum kom fram, so kann nevnast at ikki allir partar høvdu fingið tað við, at Brimil skuldi vera leiðari á staðnum, -tað sum kallað verður fyri On Scene Coordinator – OSC. Men tað kom sjálvandi fram, sum gongdin leið. Og onkur boð til Sjóvinnustýrið komu ongantíð fram, sum tey skuldu.
Eisini gekk rúm tíð, áðrenn teir fyrstu sløkkiliðs menninir komu umborð, so sløkkiliðsmenninir hjá Norønnu, vóru pøstir, áðrenn teir fingu hjálp frá øðrum. Onkrar eindir lógu leingi klárar við sløkkiliðsmonnum, áðrenn teir sluppu umborð at á Norønnu. Men sum sagt, so vóru luttakararnir glaðir fyri venjingina, og hildu at væl var komið burturúr.
(Mynd: Ingi Sørensen)