27.04.2016 kl. 12.32
Skriva út

Stór venjing vestanfyri

Týsdagin 26. apríl var stór venjing vestanfyri. Luttakandi eindir vóru úr Føroyum og Íslandi saman við dansku sjóverjuni. Hetta eru sonevndar Dynamic Mercy venjingar, sum eru samskipaðar í NATO høpi, og eru annaðhvørt ár.
Uppleggið var, at eitt gamalt íslendskt fiskiskip, sum skuldi høggast upp, var ávegis úr Íslandi. Skipið hevði givið boð frá sær kl 0600 UTC til bjargingartænastuna í Íslandi og væntandi skuldi næstu boð koma kl 0900 UTC. Hesi boð komu tó ongantíð, og tí bleiv eitt átak sett í verk.
Skipini, sum fingu boð at fara á staðið vóru Thetis, Brimil og Týr. Harafturat luttók ein íslendskur bjargingarflúgvari og nýggja føroyska bjargingartyrlan.
Ivamálið var sjálvandi nær innanfyri hesar tímarnar frá 0600 til 0900 skipið var blivið burtur. Leitiøki blivu gjørd og umleið klokkan 1220 UTC bleiv ein gummibátur funnin. Út frá tí knattstøðuni bleiv eitt minni leitiøki gjørt og nakað seinni blivu tvær dukkur funnar í leitiøkinum.
Nýggja tyrlan hjá Atlantic royndist væl og var í luftini í 4 tímar. Hesar tyrlur eru eitt sera stórt framstig fyri tilbúgvingina bæði á landi og sjógvi.
Eftirmeting saman við Brimli og Týr verður í dag seinnapartin. Thetis er á veg til Grønlands, og verður tískil ikki við.