26.03.2009 kl. 15.23
Skriva út
Stórur áhugi fyri størvum hjá Fiskiveiðieftirlitinum
Áhugin at fáa starv umborð á Brimli og Tjaldrinum er stórur. Herfyri varð lýst eftir ófulltiknum dekkara, og Fiskiveiðieftirlitið hevur fingið fleiri enn trýati umsóknir til starvið. Umsóknirnar eru komnar frá fólki í øllum aldri.Tá søkt varð eftir ófulltiknum dekkara í februar mánaði í 2008, komu færri enn tíggju umsóknir inn.
Jóannes Heimistovu, samskipari á Fiskiveiðieftirlitinum, heldur, at nógvu umsóknirnar kunnu vera tekin um vaksandi arbeiðsloysi í landinum. Hinvegin fegnast hann um, at alt fleiri tykjast hava áhuga fyri starvi umborð á Brimli og Tjaldrinum.
- Hetta starvið verður sett fyri tvey ár, og her hava ungfólk møguleika at fáa
siglingstíð. Ofta er trupult at fáa siglingstíð við handilsskipum, sigur Jóannes Heimistovu.
Í næstum verður eisini søkt eftir stýrimanni og masminmeistara. Og longu nú, áðrenn lýsingin er komin í bløðini, hava fleiri víst størvunum áhuga.
Tann, sum verður settur í starv sum stýrimaður, skal í minsta lagi hava vinnubræv á 3. stigi við handilsskipum. Skipsmaskinmeistarin skal hava vinnubræv á 1. stigi.