04.03.2012 kl. 18.45
Skriva út
Sunny Lina á land á Kunoyarnesi
Eftir gott fyrireikingararbeiði og samarbeiði millum fleiri partar, eydnaðist at hála Sunny Lina av í morgun um ca. kl hálgum týggju.
Brimil hálaði meðan Ziska og Pressarin hildu skipinum á beint.
Við í átakinum vóru Tilbúgvingarstovnurin, Umhvørvisstovan, Landsverk, Klaksvíkar Sløkkilið, Norðoya Bjargingarfelag, Tórshavnar Sløkkilið, Mest við Pressaranum, Bakkafrost við báti og manning, Fiskiveiðieftirlitið, umboðum fyri reiðaríði og tryggingarfeløg hjá teimum og Klaksvíkar Havn.
Útger var eisini lánt frá SEV.
Sunny Lina liggur nú við bryggju undir oljutangunum á Grótrætt