21.04.2011 kl. 18.58
Skriva út

Tað eru ikki øll, sum hava frí ein Skírhósdag

Ein av teimum sum ikki hevði frí, er Sergey Lutov.
Sergey er agentur hjá Faroe Agency, og var hann á Skála í morgun, og avgreiddi Port State Control skjølini hjá Russiska skipinum Admiral Shabalin.
Admiral Shabalin skuldi umskipa svartkjaft, við Kapitan Telov sum lá á Skála.
Port State Control skjalið, vanliga nevnt PSC , gevur skipinum loyvið at umskipa.
Men fyrst mugu mynduleikarnir uppí, mannagongdin er henda:
Fiskiskipið sendur PSC skjalið til Port State mynduleikan, í hesum føri Fiskiveiðieftirlitið.
Fiskiveiðieftirlitið víðarisendur PSC skjalið til Flag State tað er Russlands.
Russisku mynduleikarnir skulu síðani váttað fylgjandi:
1. Fiskiskipini, sum siga seg hava fiskað fiskin, hava nóg stóra kvotu til landaða fiskin og fiskasløgini
2. Nøgdirnar umborð eru fráboðaðar á rættan hátt, havandi í huga tey frávik, sum kunnu vera í eini veiðifráboðan
3. Fiskiskipið hevur loyvi at fiska í økinum
4. At VMS (Satelitturin) skrásetingin váttar, at skipið hevur verið í økinum

Tá Russisku mynduleikarnir hava váttað fylgjandi punkt, verður skjalið sent aftur til Fiskiveiðieftirlitið í Føroyum, sum síðani gevur endaligt loyvið til umskipingina.

Endaliga Skjalið verður síðani sent til NEAFC ( North East Atlantic Fisheries Commission)
í London, sum leggur tað á heimasíðuna hjá teimum, so allir eftirlitsmynduleikarnir, sum hava limaskap í NEAFC kunnu síggja tað.