22.03.2013 kl. 10.11
Skriva út

Tætt samstarv millum Føroyar og Ísland innan bjarging og tilbúgving.

Ísland hevur ábyrgdina av føroyska luftrúminum og í tí sambandi hevur verið tætt samstarv millum íslendsku flogmynduleikarnar og MRCC Tórshavn í fleiri ár.
Í heyst varð skipað fyri fleiri stuttum “table top” venjingum, har allir vaktgangandi á MRCC Tórshavn og JRCC Iceland skuldu taka í móti boðum frá íslendsku flogmynduleikunum um flogfør, sum vóru komin í trupulleikar. Hetta verður gjørt fyri at betra um samskifti millum maritimar myndugleikar og flog myndugleikar. Samskiftið millum flogfør og flogmyndugleikar er vanliga sera stutt og skjót boð. Tað er ikki tað, sum samskiftið innan skipaferðslu, vanliga ber brá av. Tað gongur meira spakuliga fyri seg. So endamálið við teimum venjingunum var at læra ymsu partarnar at tosa saman.
Í mars var so skipað fyri skeiðum um tað sama. Egill Thordarson frá íslendsku flog myndugleikunum kom til Føroyar at skipa fyri skeiðum fyri vaktgangandi starvsfólki á MRCC Tórshavn, yvirmonnum frá Brimli og Tjaldrinum og fólki frá FEF (Forbindelses Element Færøerne). Gingið var millum annað í gjøgnum ymsar neyðstøður hjá flogførum, hvussu samstarvið er skipað landanna millum, og hvussu uppgávan best verður loyst.
Eini túrur var eisini gjørdur vestur á flogvøllin, har ein briefing var hildin fyri manningini í torninum og starvsfólki frá Atlantic Helicopters og Atlantic Airways.
Samanumtikið kann sigast, at innanfyri bjarging og tilbúgving er tað sera týdningarmikið at samstarva, venja og at hava góð sambond við tey fólkini, sum tú kanska kemur at hava brúk fyri í eini neyðstøðu, ella tey kanska koma at hava brúk fyri tær.