28.03.2011 kl. 16.04
Skriva út
Talgild veiðifráboðan
Fiskiveiðieftirlitið er í holt við at menna eina skipan fyri móttøku av talgildum veiðufráboðanum. Tað hava fyrireikingar verið í gongd leingi, men síðst í 2009 beiv álagt Fiskiveiðieftirlitinum at avgreiða veiðuváttanir til ES, og hettar gjørdi at arbeiðið við menning av øðrum talgildum sniðum kom í drag av væntandi játtan. Í ár er so arbeiðið tikið upp aftur og nú er klárt at móttaka talgildar dagbøkur. XML sniðið til dagbøkurnar finst á heimasíðuni undir “Talgild móttøka”. Her finast eisini listar yvir kodir fyri fiskasløg og annað.Fiskimálaráðið hevur ætlanir um at allir fiskakeyparar seinri í ár skulu senda vektar og avreiðingarseðlar til Fiskiveiðieftirlitið í talgildum sniði. XML sniðini til vektar- og avreiðingarseðlar finnast eisini á heimasíðuni undir “Talgild móttøka”.
Fiskiveiðieftirlitið vónar at vinnan ferð at taka væl ímóti hesum framstigum innan samskifti.