04.03.2010 kl. 15.54
Skriva út

Tanganes fekk leka

Í gjár 4.mars kl.21:47 fekk Brimil boð frá MRCC, at TG 686 Tanganes tók vatn inn, og kláraði ikki at halda lens sjálvir. Tanganes var staddur 13 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mýlingi.

Orcades úr Vági lá hjá Tanganes, til onnur hjálp kundi koma á staði. Vindurin á staðnum var áleið 15 m/s av landsynningi.

Brimil var tá 16 fjórðingar frá Tanganes, og tað tók ein tíma at sigla, við fullari kraft á maskinunum. Kl 22:50 kom Brimil til Tanganes og annar skjóttgangandi báturin, var sendur yvir við 2 lensipumpum.

Eisini fóru 3 mans av Brimli umborð á Tanganes at hjálpa manningini. Tað gekk væl at fáa pumpurnar umborð, og ein pumpa var fingin í gongd stutt aftaná. Tað var einans eitt stað, í maskinrúminum, at til bar at fáa súgvuslanguna niður, so bert tann eina pumpan var brúkt. Tá var sjógvur komin uppundir svinghjólið á motorinum, so sjógvur bleiv oystur upp í maskinrúminum.

Kl. 23:26 var maskinrúmi lens og so var hildið tørn, við tí einu pumpuni, meðan silgt var til lands. Sjógvur,sum kemur í kjølin á bátinum, rennur allur aftur í maskinrúmið.

Tanganes silgdi inn á Klaksvík við monnunum av Brimli umborð, og Brimli siglandi tætt hjá. Komið var á Klaksvík um 5 tíðina um morgunin.

Móti morgni var lekin funnin á bakborðs síðu á stevninum, omanfyri vatngangin. Tá Tanganes var úti í sjónum rann inn, men nú hann lá við bryggju var lekin hildin uppat.

Tanganes fekk lagt fiskin upp í Leirvik, og Delta Seafood keypti fiskin. Enn var eingin vekt komin, men mett var at veiðan var áleið 17 tons, og meginparturin var upsi 2.

Tanganes er fyrrverandi Háenni úr Klaksvík, sum var keyptur til Tvøroyri í novembur í fjør. Við eru 3 mans í aldrinum 26 til 28 ár. Teir royna við snellu eftir upsa, við 8 oljutrýstsnellum og dáma allir væl henda fiskiskap. Vanlig túralongd liggur um 3 dagar, men hesin túrur var tó nakrar dagar longri. Teir fóru av Leirvík fríggjakvøldi 26 feb, og endaðu so túrin í morgun.

Tanganes verður afturgjørdur á Lítlubeding í Klaksvík, har bedingsmeistarin væntar at einans verður neyðugt at umkalfatra stevni frá einum flaka, og tískil ikki neyðugt at taka bátin upp.

Sjá fleiri myndir í myndasavni