25.09.2013 kl. 15.28
Skriva út

Tele-kaðal millum Sund og Kaldbak

Brimil hevur í dag lagt tele-kaðal millum Sund og Kaldbak.
Brimil fór av Havnin um middagin í dag, og kl. 15 var kaðalin komin á land í Kaldbak.
Sum myndirnar vísa, so var veðri av tí fínasta til slíkt arbeiði.Nakrar smærri umbyggingar eru gjørdar, so at Brimil kann gera slík arbeiðir , ið Føroya Tele stendur fyri
Ætlanin er eisini at leggja kaðal millum Skopun og Gomlu Rætt, og onnur arbeiðir skulu eisini gerast.

Fleiri myndir her