11.05.2010 kl. 16.08
Skriva út

Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn

Væleydnað Nato Bold Mercy venjing eystanfyri í føroyskum sjóøki.


Sjóleiðin eystanfyri Føroyar var í dag karmur um eina samskipaða NATO Bold Mercy venjing.

Venjingin byrjaði klokkan 07.56 í morgun, tá ið MRCC fekk boð frá avvarandi, at hann var bangin fyri einum fiskiskip við átta persónum umborð, sum ikki var komið í havn í morgun sum ætla.

Klokkan 0913 fekk MRCC boð um at eitt ferðamannaskip var komið í havn við restum av segli við navni á frá einum seglbáti, ið var á veg til Tórshavn við trimum persónum umborð.

Venjandi partarnir vóru.

Frá Føroyum.
MRCC, Tórshavnradio, Atlantic Helecopters, Brimil og Tjaldrið.

Frá Íslandi.
Reykjavik ATC, MRCC Reykjavik og eitt Dash-8 Q300 flogfar.

Frá Danmark.
Vædderen.

Frá Fraklandi.
Flamant.

Frá Noreg.
JRCC Bodø,

Hesar venjingar verða hildnar á hvørjum ári. Annaðhvørt ár er talan um eina praktiska venjing, og annaðhvørt ár verður hildin ein skriviborðs venjing.
Hetta er fyrsta sinni, at Frakland hevur verið við í einari NATO venjing her í føroyskum sjóøkið og Ísland brúkti tað nýggja væl útgjørda flogfarið.
Av tí at tað vóru tvær hendingar, var Brimil settur at verða On Scene Co-ordinator á hendingini við seglbátinum og Vædderen var settur á hendingina við fiskiskipinum.
Leitingin var tálmað við frá byrjan av, fyri at allir partar fingu høvið at vera við og fyri at fáa so nógv burtur úr venjingini, sum gjørligt.
Venjingin vísti eisini í hesum føri, at SAR tyrlan var tann mest effektiva eindin í leitingini.
Venjingin gekk væl eftir umstøðunum, og allir hava lært av teimum feilum, ið eru í einari so stórari venjing.
Venjingin varð liðug klokkan 1605 tá vóru nýggju dukkur tiknar upp úr sjónum.
Tvær dukkur sum vóru ílatnar svart plastikk vóru ikki afturfunnar.




Vinalig
MRCC Tórshavn


Fleiri upplýsingar fáast hjá Robert Olsen, leiðara á MRCC, á telefon 35 13 02.