22.05.2011 kl. 15.07
Skriva út
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn Sunnudag 22.Maj 2011
Sunnumorgun klokkan 05.43 fekk MRCC boð frá politinum at ein bátur við fimm persónum umborð var við at søkka ella var sokkin út fyri Glyvursnesi ella Hestoy.
Veðrið var hampiligt sýni vánaligt.
Brimil, Ziska, Lív, Hvidbjørnen og Tyrlan vóru tilkalla beinanvegin. Hvidbjørnen og Ziska vóru í Vestmanna, Lív var í Tórshavn og Brimil var vestanfyri Hestoy.
Brimil byrjaði leitingina sunnanfyri Hestoy, Ziska og Hvidbjørnen fóru úr Vestmanna og Lív fór fram við landinum úr Tórshavn.
Klokkan 06.28 sær Lív tveir mans á landi millum Velbastað og Syradal.
Klokkan 06.44 boðar Tyrlan frá at teir tveir menninir vóru umborð á Tyrluni og at annar av teimum var sera illa fyri og at teir fara á Landssjúkrahúsið við teimum.
Tað vóru fleiri bátar í økinum sum vóru við til at leita.
Klokkan 07.21 boðar Ziska frá at teir hava funnið ein mann í sjónum norðanfyri Koltur.
Klokkan 07.34 hevði tyrlan tikið mannin upp og sett hann umborð á Brimil. Tann bjargaði maðurin kundi siga frá at teir sigldu á okkurt 50 til 100 metur frá landi. Báturin sakk sera skjótt.
Fleiri bátar meldaðu til í leitingin. Tornado fór úr Tórshavn at leita og aðrir bátar sum komu úr Vestmanna vóru við í leitingini.
Eiðis bjargingarfelag boðaði frá, at teir fóru at leita fram við landi millum Velbastað og Syðradal og Vága bjargingarfelag fer at leita við Vága landinum í Oknadali.
Hóast hesa umfatandi leitingina eru framvegis tveir mans saknaðir.
Leitingin heldur á fram í Hestfirði, Vágahavinum og Vestmannasundi til tað verður myrkt.
MRCC Tórshavn
Tórshavnradio