03.03.2012 kl. 20.12
Skriva út
Tíðindaskriv nr. 2 frá MRCC/Tórshavnradio
Klaksvík, 3. mars 2012
Farmaskipið Sunny Lina, V4JU2, farið á land í Kunoy
Hetta tíðindaskrivið er framhald av tíðindskrivinum frá MRCC/Tórshavnradio fyrrapartin í dag.
Hildnir hava verið tveir ástaðarfundir seinnapartin í dag í hølum hjá Klaksvíkar Sløkkiliðið. Umboð fyri lands- og kommunalu tilbúgvingina umframt umboð fyri reiðarí og viðkomandi privatar fyritøkur luttóku á ástaðarfundunum.
Ástaðarfundirnir staðfestu, at skipið stendur trygt – vandi er í løtuni ikki fyri umhvørvinum. Á fundunum bleiv mett, at tað var ráðiligt at leggja eina ætlan fyri, at toga skipið av helluni.
Um ikki annað kemur í vegin, er ætlanin, at royna og toga skipið yvir á Ánirnar í morgin tíðliga.
Fleiri upplýsingar um málið verða latnir almenninginum í morgin fyrrapartin.
Kontaktpersónur hjá MRCC/Tórshavnradio í sambandi við málið, er Henrik Weihe Joensen, virkandi stjóri.