04.03.2012 kl. 11.51
Skriva út

Tíðindaskriv nr. 3 frá MRCC/Tórshavnradio

Russiska farmaskipið Sunny Lina er nú toga av aftur Kunoynni og yvir á oljukaiina í Ánunum, har tað liggur trygt.

Hetta tíðindaskriv er framhald av tíðindaskrivið nr. 2, sum MRCC/Tórshavnradio almannakunngjørdi seinnapartin í gjár.

Ástaðarfundur var í morgun kl. 05:00 og kl. 06:50 bleiv síðsta fyrireikingin í sambandi við átakið, at toga Sunny Lina av aftur Kunoynni, sett í verk.

Brimil, stuðlaður av Ziska, Pressaranum og Klaksvíkar Sløkkiliðið, togaði Sunny Lina av aftur Kunoynni og skipið fleyt kl. 09:27. Kl. 10:12 bleiv Sunny Lina lagt at landið við oljukaiina í Ánunum og bjargingarátakið var liðugt.

Bjargingarátakið eydnaðist væl – sera gott samstarv millum lands- og kommunalar myndugleikar, bjargingarfelagið og privatar aktørar.

Tað verður ein styttri eftirmeting av bjargingarátakinum á sløkkiliðsstøðini í Klaksvík í dag kl. 12:30.

Sunny Lina verður fyribils liggjandi við oljukaiina, ímeðan støða verður tikin til, hvat víðari skal henda við skipinum.

Kontaktpersónur hjá MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovninum í sambandi við málið, er Henrik Weihe Joensen, virkandi stjóri, tlf. 285922.