24.03.2009 kl. 18.33
Skriva út
Tjaldrið sett kanningarrúsur út
Manningin á Tjaldrinum hevur í dag, saman við lívfrøðingum á Lívfrøðiligu royndarstøðini (Biofar) í Kaldbak, sett tvær kanningarrúsur út. Í rúsunum eru pettir av grindahvalarovum.Endamálið við kanningunum er at finna útav, um ein serligur maðkur, sum hevur fingið navnið “osedax” er um okkara leiðir. Hetta er ein heilt serligur maðkur, sum fyrstu ferð varð funnin í 2004. Maðkurin varð funnin í hvalarovum við Kalifornia.
“Osedax” er eitt av mongum djórum, sum eru við at niðurbróta eitt nú hvalarov. Hetta er ein sonevndur beinetari, og tað merkir, at maðkurin borar seg inn í sjálv beinini í hvalarovum, og livir av nógva feittinum, sum er í beinunum.
Tað er Jógvan Fróði Hansen, lívfrøðingur, sum stendur fyri kanningunum. Hann væntar, at hesin serligi maðkurin eisini er um okkara leiðir.
- Tað, sum er áhugavert og spennandi, er millum annað at finna fram til endaligu niðurbrótingarrøðina, sigur Jógvan Fróði Hansen, lívfrøðingur.
Tær báðar rúsurnar vórðu settar niður sunnan fyri Sandoyarbanka á umleið 350 metar dýpi. Rúsurnar skulu fyribils standa í nakrar mánaðir.
Frammanundan eru tvær rúsur setta niður á umleið 80 metrar dýpi í Tangafirði. Tær rúsurnar verða tiknar upp eina ferð í juli mánað í ár.
Saman við Jógvani Fróða Hansen var í dag Ámundur Nolsø, lívfrøðingur. Hann starvast eisini á Lívfrøðiligu royndarstøðini.