17.09.2015 kl. 13.34
Skriva út
Tórshavnradio gevst við samtalum.
17. september 2015
Aftan á at hava avgreitt skipssamtalur í fleiri áratíggir, gevst Tórshavnradio við hesi tænastu á nýggjárinum.
Øll, sum eru komin upp í miðal aldur, munnu minnast, at í øðrum hvørjum føroyskum heimi stóð útvarpstólið á fiskabylgjuni, kanska serliga har sjómaður var í heiminum. Dúgliga varð lurtað, og væl varð fylgt við. Serliga spennandi var, tá ið langfaratrolarnir vóru á heimleið.
Á Tórshavnradio var nógv at gera. Tveir vaktarmenn avgreiddu samtalur, og ofta var long bíðirøð fyri at sleppa ígjøgnum. Men so smátt byrjaði tørvurin at minka. Drúgvastir at biðja um hesa tænastu vóru russisku skipini, men tey eru eisini givin nú. Hetta er ein farin tíð.
Nýggj tøknilig menning hevur gjørt at nærum eingin tørvur er á hesi tænastu longur. Í fjør avgreiddi Tórshavnradio 5 samtalur, og higartil í ár eru 6 samtalur avgreiddar frá 2 skipum. Við øðrum orðum kann sigast, at nú verður tænastan tillaga eftir tørvinum.
Neyð- og trygdartænastan, sum altíð hevur verið høvuðsendamálið við Tórshavnradio, kemur sjálvandi at halda fram. Og tað er sanniliga ein týdningarmikil uppgáva. Og tó, hevur eitt skip ella ein bátur átroðkandi tørv á eini samtalu, so verður hon avgreidd. Og ætlanin er at varðveita tøkniliga møguleikan at stilla samtalur í gjøgnum til telefonir á landi. Og tað er eisini neyðugt, serliga tá talan er um ”Radio Medical” tænastur.
Annars heitir Tórshavnradio á skip og bátar um at royna útgerðina, bæði við vanligum uppkalli og DSC uppkalli. Tórshavnradio hevur vakt alt døgnið árið runt, og vil fegin veita eina góða tænastu.
Við trygdarkvøðu
Tórshavnradio c/s OXJ