08.03.2011 kl. 14.36
Skriva út

Toskurin komin aftur á Flemish Cap

Enniberg sum er einasta føroyska skipið, sum er til fiskiskap eftir toski á Flemish Cap, hevur havt avbera góðan fiskiskap.
Teir hava roynt í 14 dagar, og hava fingið góð 600 tons í rundum.
Flemish Cap hevur verði stongdur fyri allan fiskiskap eftir toski í 10 ár, men í fjør var latið upp aftur.
Føroyar høvdu í fjør eina kvotu uppa 1229 tons, og í ár er kvotan 2235 tons.
Fiskiveiðieftirlitið hevur eygleiðara umborð á Ennibergi, tað er Eiler Mikkelsen av Toftum, og letur hann sera væl at umstøðunum umborð.

Tað