30.08.2011 kl. 12.05
Skriva út

Trol rikið á land undir Mykineshólmi

Kl 8 í morgun, fór arbeiðsbáturin hjá Brimil frá borði og sigldi innundir súlurøkurnar á Mykineshólmi, har ein partur av einum troli lá fast á einum flúri.
Arbeiðsbáturin settu fast á netið og sigldu ein enda út til Brimil, sum lá 100 m úr landi.
Brimil setti síðan fast á spælið og hivaði trolið frá landi og upp á dekkið .
Tað vísti seg at verða ein bellur sum var samanbundin og lá í eini langari “pylsu” á ca 60 – 70 m.
Um bellurin var farin at reka aftur, hevði hann verið til stóran ampa fyri skipaferðsluna.
Bellurin kemur ikki frá nøkrum føroyskum skipi.