28.07.2011 kl. 10.44
Skriva út
Trygdin í hásæti á regatta 2011
Neyðugt er at hava lógarásettu bjargingarútgerðina umborð.Fríggjakvøldið 12. august fara bátarnir av Eiði til Hósvíkar, og seinnapartin leygardagin 13. august gongur leiðin so til Nólsoyar. Hetta tiltak hevur verið fyriskipa nú í nøkur ár, og luttøkan hevur verið stór.
Fiskiveiðeftirlitið vil við hesum heita á bátarnar um at hava neyðuga bjargingarútgerð umborð tá lagt verður frá landi. Bátar kunnu roknað við at fáa vitjan av Fiskiveiðeftirlitinum, og er lógarásetta útgerðin ikki umborð, fær bátsformaðurin bót og í ringasta føri kann báturin verða lagdur.