09.05.2014 kl. 16.20
Skriva út
Trýsttangin
Í grein á in.fo tann 7. mei í ár verður borið fram, at Vørn í fjør hevði niðurlagt tangavaktina. Talan má vera um eina misskiljing. Vørn boðaði starvsfólkunum frá tann 30. apríl í ár, at fasta tilkallivaktin fyri trýsttangan vegna sparingar bleiv niðurløgd frá 1. august í 2014.Landssjúkrahúsið fekk í hesum sambandi at vita, at Vørn ætlaði at at skipa seg soleiðis, at menn kunnu verða tøkir innan rímuliga tíð, umframt at verða við til venjingar.
Seinastu viðgerðir hava verið av sjúklingi í trýsttanga, tann 8. oktobur 2013 og tann 24. mars í ár.
Elmar Højgaard, stjóri