Tvey føroysk fiskiskip í New Foundlandi
Tvey føroysk skip hava verði til fiskiskap á jólum og um nýttárið á Flemmish Cap og Grand Banks.
Tað eru Rækiskipið Arctic Viking har Niklái Petersen er skipari, og hitt er Flakatrolarin Ran har Espern Poulsen er skipari.
Rækjufiskiskapurin hevur ikki verði nakað serligur, hóðast onkur dagur hevur verði brúkuligur, Arctic Viking hevur góð 200 tons av rækjum inni.
Ran hevur havt hampuligan fiskiskap, og hava teir fingið góð 300 tons av kongafiski og 150 tons av svartkalva (í rundum).
Veðrið hevur eisini darva fiskarínum.
Fiskiveiðieftirlitið hevur eygleiðara umborð á Arctic Viking, og er tað havnarmaðurin Esmar Simonsen.
Føroyar hava í avtaluni við Nafo (Northwest Atlantic Fisheries Organization), bundi seg til, at hava eygleiðara í økinum partar av árinum.