26.07.2011 kl. 22.12
Skriva út
Um hjáveiðu av øðrum uppsjóvarfiskasløgum í makrelfiskiskapinum
Tað er øllum kunnugt, at hjáveiðireglurnar í makrelfiskiskapinum, ikki hava verið heilt greiðar. Tað var greitt stutt eftir, at makrelkunngerðin var lýst og fiskiskapurin byrjaði. Hjáveiðan av sild var so stór, at Fiskimálaráðið ásannaði, at broytingar vóru neyðugar. Upprunaliga var ásett, at hjáveiðan av øðrum uppsjóvarfiski, ikki skuldi vera meira enn 5% fyri túrin.Trupulleiki stóðst av ásetingini av einum túri. Sambært Løgtingslóg nr. 28 frá 10. Mars 1994 § 5 stk. 5 verður hvør túrur roknaður at byrja, tá farið verður úr havn og at enda, tá ið komið er aftur í havn. Mett hevur verið, at slík áseting ikki er nøktandi, tá ið flestu av skipunum, als ikki koma til bryggju at avreiða, men í staðin lata fiskin til móttøkuskip.
Nú hevur Fiskimálaráðið so boða frá, at hósdagin verða broytingar í upprunakunngerðini helst lýstar. Hesar áseta í stuttum, at hjáveiðan av øðrum uppsjóvarfiski, ikki skal vera hægri enn 5% av veiddu nøgdini seinastu 5 landingarnar, tá ið latið verður til móttøkuskip.
Um skip, ið ikki eiga eginkvotu av sild, koma til lands at avreiða, verður hjáveiðan roknað frá teirri løtu tey fóru úr havn, til tey koma aftur í havn.
Brot á reglurnar um hjáveiðu verða sambært Løgtingslóg nr. 28 frá 19. Mars 1994 § 45 stk. 1 revsaðar við afturtøku av fiskiloyvinum.
Avgjørt er, at um hjáveiðan:
er millum 5 og 8 %, verður loyvi tikið í 1 viku
er millum 8 og 11 %, verður loyvi tikið í 2 vikur
er millum 11 og 16 %, verður loyvi tikið í 3 vikur
er hjáveiðan meira enn 16%, verður loyvi tikið í 4 vikur