24.11.2013 kl. 15.33
Skriva út

Umvælt fiburkápil

Fiburkápulin hjá Føroya Tele, ið liggur úr Miðvági til Hvalbiar er nú afturgjørdur.
Kápulin var farin í tveimum støðum, í Suðuroyarfirði og á Hvalbiarfirði. Skoytið í Suðuroyarfirði bleiv gjørt í oktobur og skoytið í Hvalbiarfirði bleiv gjørt í gjár.
Menn frá FT-Net skoyttu sjálvir fiburkápulin, til hetta arbeiði bleiv Brimil brúktur, hetta vísti seg at rigga sera væl. Tá man hevur gjørt slík arbeiði fyrr,
hevur FT-Net altíð leiga skip og fólk úr útlandinum.
Tað er umfatandi arbeiði, at skoyta ein slíkan fiburkápil, hvørt skoyti tekur umleið tólv tímar at gera.

Myndinar hevur Rói Didriksen tikið.