03.03.2015 kl. 13.43
Skriva út

Umvælt sjókaðal

Brimil hevur hesar síðstu dagarnar verið brúktur til at umvæla sjókaðalin hjá FT, ið gongur av Sandoynni til Víkabyrgis.
Arbeiði byrjaði fyri umleið einari viku síðani, men tá eydnaðist ikki at gera arbeiði liðugt, vegna vánaligt veður.
Mánamorgunin fór Brimil aftur suður á Víkarfjørð, við fólki frá FT NET, at umvæla tað síðsta.
Arbeiði var liðugt í nátt.
Nú hava suðringar aftur netsamband yvir sjókaðal.
Ein sjókaðal, hjá FT, gongur frá Miðvági til Hvalbiar, hesin er eisini slitnaður. Hann verður eftir ætlan umvældur seinni í vár.

Myndirnar hevur Dávur Joensen tikið