21.09.2010 kl. 22.05
Skriva út

Ungfiskur

Seinastu vikuna hevur Fiskiveiðieftirlitið fingið upp til fleiri fráboðanir um dagin frá bátum í bólki 4 og 5, ið hava ov høgt íbland av ungfiski.
Talan hevur verið um tosk, sum er veiddur við línu og snellu, serliga norðanfyri og vestanfyri.
Í kunngerð nr. 55 frá 26 mars 1993 um heiti ungfiskur av ávísum fiskasløgum og hámark fyri íbland av ungfiski stendur millum annað soleiðis fyri toskin:
§1.
Við heitið ungfiskur skilst:
TOSKUR (Gadus morhua), ið er minni enn 50 cm, máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum.
§2.
Stk. 3. Í TOSKAVEIÐU mugu ikki meira enn 30% í tali í hvørjum háli/hvørjari setu vera ungfiskur.
Stk. 5. Hámarkið smb. stk. 3 er tó 30% í hvørjari setu/hvønn dag fyri fiskifør undir 100 BRT, ið royna við línu, snøri ella snellu.
Skiparar ið føra fiskiskap á landleiðunum hava skyldu til sambært kunngerð nr. 56 frá 26 mars 1993 um serlig tiltøk til vernd av ungfiski at boða alt fyri eitt Fiskiveiðieftirlitinum frá, um so er, at íblandingin av ungfiski í veiðu teirra av ávísum fiskasløgum er størri enn tað hámark, ið ásett verður sambært reglunum um heiti ungfiskur og hámark fyri íblanding av ungfiski.
Fiskiveiðieftirlitið hevur útfrá hesum fráboðanum og útfrá egnum kanningum stongt økir norðanfyri og vestanfyri.
Sí annars stongdu økini og kunngerðirnar á leinkjunum niðanfyri.