06.07.2016 kl. 11.16
Skriva út

Uppboðssøla 2016

Tíðindaskriv frá Vørn
Uppboðssølan 2016

Við hesum verður boðað frá, at afturlatna uppboðssølan, smbr. kapittul 3 í kunngerð nr. 78 frá 29. juni 2016 um uppboðssølu av makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016 av veiðirættindum í 2016 verður skipað í 4 umførum í juli 2016.
Boð kunnu latast inn til øll umfør.

Tey, ið ætla at bjóða, skulu lata Vørn skrivlig boð í seinasta lagi ávíkavist:
Hósdagin 14. juli 2016 á middegi kl. 12.00
Í 1. umfari verða rættindi boðin út til:
• Botnfisk í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons.

Keyparar kunnu lata eitt boð inn, fyri hvørt fiskifar teir eiga.

Mánadagin 18. juli 2016 á middegi kl. 12.00
Í 2. umfari verða rættindi boðin út til:
• Botnfisk í norska partinum av Barentshavinum, 600 tons
Keyparar kunnu lata eitt boð inn, fyri hvørt fiskifar teir eiga.

Hósdagin 21. juli 2016 á middegi kl. 12.00
Í 3. umfari verða rættindi boðin út til:
• Botnfisk í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons
Keyparar kunnu lata eitt boð inn, fyri hvørt fiskifar teir eiga.

Fríggjadagin 22. juli 2016 á middegi kl. 12.00
Í 4. umfari verða rættindi boðin út til:
• Makrel, 2.000 tons.

Keyparar kunnu lata eitt boð inn til hvørja sølu, fyri hvørt fiskifar teir eiga.

Tey, ið ætla at bjóða uppá rættindi á uppboðssøluni, skulu nýta oyðiblað, ið Vørn hevur gjørt til endamálið. Oyðubløð og reglugerð fyri uppboðssøluna eru tøk á heimasíðuni hjá Vørn, www.vorn.fo. Áhugað hava skyldu til at kunna seg um treytirnar í kunngerð og reglum hesum viðvíkjandi og kunnu seta seg í samband við Vørn fyri nærri vegleiðing á telduposti: vorn@vorn.fo ella telefon: 31 10 65.