20.04.2018 kl. 18.50
Skriva út
Uppboðssølur í 2018
Tíðindaskriv frá VørnUppboðssølur av fiskirættindum 2018
Persónar ella feløg, ið ætla at bjóða á uppboðssølu í 2018, skulu vera góðkend av Vørn. Persónar ella feløg verða biðin um seta seg inn í treytir fyri luttøku á uppboðssølum á heimasíðuni hjá Vørn á www.vorn.fo
Opin uppboðssølu verður hildin tann 26. apríl og tann 2. mai 2018, har selt verður tilsamans 50.000 tons av svartkjafti.
Vørn hevur gjørt avtalu við Fiskamarknað Føroya um at halda opnu uppboðssølu í 2018. Persónar ella feløg, ið ætla at bjóða á opnu uppboðssøluni, verða tí eisini biðin um at seta seg inn í treytirnar hjá Fiskamarknaði Føroya.