Viðheft er eitt yvirlit yvir, hvat útlendsk skip hava veitt í Føroyskum sjógvi, síðan 2005. Á yvirlitinum sæst, at samlaða veiðan er minkað við eini helvt, frá at vera 389.576 tons í 2005, til at vera 196.020 tons í 2009. Í 2005 brúktu skipini 6.862 dagar í mun til 3.171 dagar í 2009.