15.01.2015 kl. 16.36
Skriva út

Væl nøgdir við bjargingina

Hósdagin var eftirmetingarfundur umborð á Brimli um bjargingarinnsatsin, tá eldur kom í russiska trolaran North Ocean. Á fundinum vóru tríggir av manningini á Brimli, fimm av manningini á Thetis og so fimm starvsfólk hjá MRCC Tórshavn. Bæði Thetis og Brimil lógu á Kollafirði hendan dagin. Samanumtikið var semja um, at bjargingin gekk væl og at einans nøkur fá, smærri kritikkpunkt vóru.

Samskiftið við trolaran ein avbjóðing
Russiski trolarin North Ocean royndi eftir svartkjafti einar 90 fjórðingar suður úr Akrabergi. Umborð á North Ocean eru 32 mans. Klokkan 23.05 mánadagin 5. januar fekk MRCC boð um, at eldur var í maskinrúminum á North Ocean. Boðini koma frá Christiani í Grótinum og russiska skipinum Melkart II, sum eru á leiðini.

Brimil og Thetis fóru undir at sigla beinanvegin og vóru hjá skipinum um átta tíðina morgunin eftir. Samskiftið við North Ocean um VHF'in var trekt og samstundis vísti tað seg, at trupulleikar vóru við fylgisveinasambandinum hjá Brimli, sum tískil samskifti við MRCC gjøgnum millumbylgjuna hjá Tórshavn Radio. Samskiftið millum Brimil og Thetis gekk væl. Manningin á Thetis helt, at ein OSC (On Scene Coordinator) skuldi verið valdur, men tað var ikki gjørt hesuferð.

MOB báturin hjá Brimli stóð seg væl
Tá ið Brimil og Thetis vóru komin til skipið var avrátt, at 18 mans skuldu flytast av North Ocean umborð á Thetis. Tá avtornaði fóru 6 mans umborð á Brimil og 12 mans umborð á Thetis.
Veðrið var ruskut á leiðini og undir hesum umstøðunum vísti tað seg, at MOB (Man Overboard Boat) báturin hjá Brimli stóð seg væl í ringu líkindunum á leiðini. Stóra motororkan kom bátinum væl við, var semja um.

Neyðugt er at velja
Hóast, eldur var í maskinrúminum á North Ocean, so tók Brimil ikki roykkavarar við umborð. Thetis hevur roykkavaralið umborð og skuldi Brimil tikið roykkavarar við, hevði skipið mist aðrar funktiónir umborð, tí manningin einans telir 12 mans. Umrøtt var at biðja tyrluna um at vera til reiðar, men tað var avgjørt ikki at gera. Á eftirmetingarfundinum var semja um, at tað var ein røtt avgerð.

Ein misskiljing fór út
Um morgunin fríggjadagin 6. januar var sagt við fjølmiðlarnar, at 20 mans vóru tiknir av russiska skipinum, hóast ongin var tikin av tá. Misskiljingin stóðst av, at júst tá vóru ætlanir um at taka 20 mans av North Ocean umborð á Brimil.

Sleipaður til lands
Tá teir 18 menninir vóru tiknir av skipinum, vórðu pumpur og neyðstreymsanlegg førd yvir á North Ocean. Síðani var farið undir at sleipa skipið til lands. Brimil kom á Havnina klokkan hálvgum fimm um morgunin 7. januar við North Ocean og tá stóð Tórshavnar Sløkkilið til reiðar á bryggjuni. Eldurin í maskinrúminum var tá slóknaður.