27.11.2020 kl. 11.20
Skriva út
Veiðibann III fyri fiskiskapi við smámeskaðum uppsjóvartroli eystanfyri Føroyar
Við heimild í Løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019, § 59, ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri fiskisakapi við smámeskaðum uppsjóvartroli eystanfyri Føroyar, á hesi leið.
- 6206N – 0255W
- 6221N – 0237W
- 6221N – 0324W
- 6206N – 0314W
- 6206N – 0255W
Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 27. november 2020 klokkan 17:00 til 11. desember 2020
klokkan 17:00.