02.12.2020 kl. 11.25
Skriva út
Veiðibann VII fyri fiskiskapi við smámeskaðum uppsjóvartroli fyri Føroyar
Við heimild í Løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019, § 59, ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskapi við smámeskaðum uppsjóvartroli fyri Føroyar, á hesi leið.
- 6054 N - 0536 W
- 6040 N - 0604 W
- 6022 N - 0611 W
- 6022 N - 0505 W
- 6054 N - 0453 W
- 6054 N - 0536 W
Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 2. desember 2020 klokkan 20:00 til 16. desember 2020 klokkan 20:00.