15.03.2010 kl. 14.43
Skriva út

Veiðiváttan fyri fisk og fiskaúrdráttir, ið skulu um ES havnir

Síðan 1. januar í ár, hava serstakar reglur verið galdandi fyri útflutningi av fiski, ið skal úr Føroyum til ES londini.
ES- myndugleikarnir hava sett skipanina í verk, so sleppast skal undan, at fiskur, ið er veiddur ólógliga, verður innfluttur.
Hetta er galdandi fyri øll lond, ið flyta fisk ella fiskaúrdráttir til ES.
Væl av fiski, verður hvørja viku fluttur úr Føroyum til ES. Haraftrat avreiða føroysk skip eisini beinleiðis í ES-havnum. Hesi skulu eisini hava váttan frá føroyskum myndugleikum um, at fiskurin, ið ætlanin er at avreiða, er lógliga veiddur.
Í einstøkum førum, hevur Fiskiveiðieftirlitið ikki avgreitt veiðiváttan.
Hóast henda mannagongd er nýggj, metir Fiskiveiðieftirlitið, at avgreiðslan hevur gingið væl.
Á teimum ið útflyta skilst, at tey eru nøgd við avgreiðsluna, hóast pappírsarbeiðið er økt nakað.

Fiskiveiðieftirlitið hevur avgreitt 1070 veiðiváttanir síðan 1. januar.