22.12.2009 kl. 16.53
Skriva út
Veiðiváttan kravd til allan útflutning av fiski og fiskaúrdráttum til ES marknaðin eftir 1 Januar 2010.
Eftir 1. Januar skal ein veiðiváttan fylgja við øllum fiski og fiskaúrdráttum sum skal innflytast beinleiðis ella umvegis eitt triðja land inná ES marknaðin.Hetta verður kalla ein Veiðiváttan ( Catch Certificat), og sum skal latast við hvørjari sending, skjalið skal prógva, at fiskurin er lógliga veiddur.
Veiðiváttanin er at finna á heimasíðuni undir “Veiðiváttan til ES”.
Skjalið skal útfyllast av útflytaranum og sendast til e-mail adressuna:
ccs@fve.fo
Hetta er bert galdandi fyri fisk sum er fiskaður eftir 1. Januar, og sum er í tollkotunum kapitul 03, 1604 og 1605.
Undantikin er tó alifiskur og fiskamjøl