18.05.2009 kl. 10.02
Skriva út

Venjing í Nólsoyarfirði

Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
leygardagin, 22. novembur 2008


Væleydnað venjing í Nólsoyarfirði.


Nólsoyarfjørður var í dag karmur um eina samskipaða venjing.
Venjingin byrjaði klokkan 10.15 í morgun, tá MRCC fekk boð frá politinum um, at fýra ferðafólk sum høvdu verið við Rituni, vóru saknaði.
Venjandi partarnir vóru, MRCC/TR, Politiið, FRK, Brimil, Triton, Ziska og Lív.
Venjingin var liðug klokkan 12.25 tá allar dukkurnar vóru funnar og tiknar upp. Venjingin gekk væl og endaði sostatt fyri ásettu tíð.
Venjingin var m.a. hildin fyri at venja samskipanina millum Bjargingarfeløgini, FRK, Politiið og MRCC/TR og at kanna reki av persónum í Nólsoyarfirði.



Vinarligar heilsanir
MRCC Tórshavn
Tórshavnradio

Fleiri upplýsingar fáast hjá Robert Olsen, leiðara á MRCC, á telefon 35 13 02.
23 13 11