17.01.2012 kl. 18.29
Skriva út

Venjing saman við "Hvidbjørnen"

Seinnapartin í dag hevði danska verjuskipið Hvidbjørnen brandvenjing umborð á Brimil.

Umborð á Brimli var lastin og uppatliggjandi rúm fylt við royki, hvar 5 persónar vóru fjaldir í roykinum.

Uppgávan hjá manningini á Hvidbjørnen var at finna teir 5 persónarnar og sløkkja eldin.

So hvørt sum persónarnir vóru funnir, vóru teir viðgjørdir fyri teir skaðar teir høvdu.

Venjingin gekk sera væl, og báðar manningarnar vóru sera væl nøgdar við venjingina.

Fleiri myndir her