12.03.2012 kl. 15.03
Skriva út

Venjing saman við "Triton"

Fyrrapartin høvdu Triton og Brimil venjing eystanfyri.
Triton er júst komin í føroyskt sjóøkið, har teir hava loyst Hvidbjørnen av.
Venjingin var skipa á tann hátt, at eldur skuldi vera umborð á Brimli, har 4 mans vóru saknaðir, haraftrat var eisini spælt, at hol var á skipssíðini og sjógvur kom inn í forskipið.
Brimil bað Triton um hjálp og manningin á Triton kom umborð við pumpum, roykkavarum og útgerð at tættað skipið við.
Roykkavarar fóru inn at leita eftir saknaðu monnunum og teir vóru skjótt funnir og eldurin var slóktur.
Venjingin gekk væl og báðir partar vóru væl nøgdir.

Fleiri myndir her