06.11.2010 kl. 14.16
Skriva út

Venjing suðureystur úr Mjóvanesi

Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
leygardagin, 6. November 2010

Um níggjutíðina í morgun byrjaði ein venjing suðureystur úr Mjóvanesi.
Venjingin handlaði um ein útróðrarbát sum varð við línu eystanfyri 5 til 10 fjórðingar suðureystur úr Mjóvanesi.
Familjan hevði havt samband á fartelefon við bátin og teir høvdu trupulleikar umborð. Tað var stórur leki í maskinrúminum og teir fingu ikki lensipumpuna at taka. Teir høvdu eisini trupulleikar við streyminum umborð.
Familjan ringdi til MRCC og varð ørkymlað um bátin, nú fingið tey ikki samband við bátin.

Evni í venjingini var um at venja samskifti, at gera leitiøkir, rákið, leiting frá skipum og at øll venjingin á staðnum skuldi verða co-ordinerða av MRCC/TR.
Tað var ikki umráðandi at finna dukkurnar sum skjótast.

Við í venjingini vóru.
MRCC Tórshavn.
Tórshavnradio.
Vaktarskipið Brimil.
FRK (Færøernes kommando)
Inspektionskibet Triton.
Ziska
Rescue Lív.

Í millum klokkan 0821 og 0824 blakaði tyrlan fýra dukkur í havi 5 til10 fjórðingar í ein landsynning úr Mjóvanesi.
Klokkan 0913 var venjingin byrja.
Klokkan 0920 kallar Tórshavnradio á útróðrarbátin og fær einki svar.
Klokkan 0926 verða Triton, Brimil,Ziska og Lív bidnir um at fara at leita eftir bátinum.
Klokkan 0948 hevur MRCC útrokna leitiøki og geva hvørjum skipi sær eitt øki at leita í. Lív og Ziska skulu leita nærri landi og Triton og Brimil skulu leita uttari á. Hetta er eitt stórt leitiøki, fyri at geva dukkunum meira tíð at reka í og geva skipunum eina góða venjing í leiting.
Klokkan 1126 verður kunning givin til MRCC um síðstu positión har báturin varð sæddur. MRCC minkar um leitiøki og boðar skipunum frá.
Klokkan 1206 boðar Brimil frá at teir hava tikið eina dukku upp úr sjónum.
Klokkan 1221 er nýtt leitiøki gjørt út frá positiónini har dukkan var sum Brimil hevði funnið.
Klokkan 1212 boðar Brimil frá at teir hava funnið eina dukku afturat.
Klokkan 1222 hevur Brimil funnið tað triðju dukkuna.
Klokkan 1235 Boðar Lív frá at teir hava funnið tað síðstu dukkuna.
Klokkan 1239 endaði venjingin.

Vinalriga
MRCC Tórshavn