08.06.2010 kl. 14.39
Skriva út

Venjingar

Danska sjóverjuskipið Triton og Tjaldrið hava havt venjingar í Vágahavinum fyrrapartin.

Talan var um brandvenjing við skaddum persónum, man yvir borð venjing (MOB) og sleipivenjing.

Slíkar venjingar, har skip frá donsku sjóverjuni, og skip frá FVE venja saman, eru við jøvnum millumbilum.
Hetta fyri at manningarnar kunnu venja seg við útgerðina, og fyri at halda tað góða samarbeiði millum partanar við líka.

Manniningarnar vóru samdar um at venjingarnar í dag gingu væl.

Nakrar myndir frá venjingini