05.12.2013 kl. 14.54
Skriva út

Vert at vita, -vandar á vanligum siglingarleiðum.

Tað kann vera ørkymlandi hjá bátum og skipum, sum sigla leiðir, har tað allar tíðir hevur verið opið hav, at nú kann ein møta blinkandi boyum og aliringum og øðrum siglingarvandum. Men tað er blivið veruleiki, bæði eystanfyri Nólsoynna og í Vestmannasundi.
Í Vestmannasundi verða royndir gjørdar við einum orkuverki og eystanfyri Nólsoynna verða royndir gjørdar við aliringum á opnum havi.
Eydnast slíkar royndir, so kann hetta verða við til at flyta samfelagið framá, hóast tað hevur nakrar ampar við sær, so sum avmarkingar í gomlum siglingarleiðum.

Aliringar eystanfyri Nólsoy
Tveir aliringar eru lagdir út eystanfyri Nólsoy í frástøðu millum hálvan og ein fjórðing úr landi. Skip og bátar verða biðin um at vísa varsemi, tá siglt verður á leiðini. Ringarnir eru merktir sambært kunngerð um alistøðir.

Aliringarnir, sum tó enn ikki hava fingið nótir ísettar, liggja eystanfyri Nólsoy í ein landnyrðing úr Skriðutanga. Frástøðan er millum ein hálvan og ein fjórðing úr landi. Ringarnir liggja vestanfyri ljóslinjuna frá Nólsoyar vita og í ein útsynning úr SHEFA- 2 kaðalinum.

Ringarnir eru merktir við blunkljósum.
Løgd er út ein ramma, sum ringarnir eru festir í. Knattstøðurnar fyri rammuna eru:

1. 62°00,41'N
06°36,92'V

2. 62° 00,16'N
06°36,40'V

3. 61°59,79'N
06°37,18'V

4. 62°00,04' N
06°37,70' V

Sí Efterretninger for Søfarende 48/1301.
Tað er Fiskaaling, ið sum liður í eini royndarverkætlan hevur lagt ringarnar út. Ætlanin er at vita, um til ber at ala fisk á opnum havi undir Føroyum. Heitt verður á tey, sum fiska á økinum, um at halda seg uttan fyri nevndu knattstøður fyri at verja seg sjálvan móti tapi av fiskireiðskapi, sum kann gerast fastur í botnfestini frá ringunum.

Ivamál og nærri upplýsingar kunnu greiðast við at ringja til Fiskaaling tlf. 474747 ella MRCC Tórshavn tlf. 351302.

Orkuverk í Vestmannasundi
Sí Efterretninger for Søfarende 49/1340.
Eitt sjóvarfalsorkuverk er lagt út í Vestmannasundi á knattstøðu 62 07,041 N 7 10,129 W, bakborðsljós, Q.R.
Trygdarfjarstøðan er 300 metrar.

Avmerkt alibrúk í Hestfirði sunnanfyri Gomlurætt á knattstøðum.

1) 61 58,538 N 6 50,574 V.
2) 61 58,501 N 6 50,642 V.
3) 61 58,583 N 6 50,840 V.
4) 61 58,620 N 6 50,772 V.

Alibrúkið er merkt ljósi, Fl.Y.5s í útsynningshorninum.
Sí Efterretninger for Søfarende 49/1341.

MRCC TORSHAVN
131600 UTC DEC. 2013