08.09.2009 kl. 13.16
Skriva út

Vesturvarði og Vesturskin: Avgerðin fellir hósdagin

Hósdagin fer Føroya Rættur at taka avgerð í málinum um ísfiskatrolararnar Vesturvarða og Vesturskin.
Tjaldrið tók teir báðar ísfiskatrolararnar á stongdari leið á Fugloyarbankanum fríggjadagin, og kom á Havnina við teimum fríggjakvøldið.
Fiskiveiðieftirlitið gav skiparunum boð um, at bæði skipini mistu fiskiloyvið í tvær vikur fyri ólógligan fiskiskap á Fugloyarbankanum, men hetta varð ikki góðtikið. Tískil endar málið í rættinum.
Í løtuni bendir alt á, at málið verður viðgjørt í rættinum hósdagin. Vesturvarði og Vesturskin sleppa ikki av aftur Havnini, fyrr enn rættarfundur hevur verið.